Venjingarnar byrja aftur

Eftir at hava ráðført okkum við heilsumynduleikarnar, hava vit avgjørt at lata venjingarnar byrja aftur frá hósdegnum 27. mai.

Tó verður HB-húsið framvegis stongt, og møguleiki verður ikki at brúka umklæðingarrúmini. Tí mugu spælarar og venjarar skifta heima, áðrenn tit koma til venjing.

Vit gleðast um at vit enn einaferð hava megnað at fingið tamarhald á smittuni, men minna samstundis øll á hava vit og skil, og hugsa um reinføri o.a.