Teir “gomlu” sleptir á gras

Ein heldur sjáldsom sjón var á niðara vølli í gjár, tá okkara Old girls vandu. Fyri fyrstu ferð vandi HB Old boys 35+!

Teir hava leingi tosað um at fáa gongd á, og endiliga eydnaðist teimum at koma út at venja. Teir løgdu hart út við at bjóða nøkrum ungum monnum úr B36-leguni at spæla dyst. Vit tosa minni um úrslitið, ella hvussu troyttur onkur var, men fegnast um, at teir eru komnir í gongd. Tað er í hvussu er ein byrjan.

Hesir ungu garpar hava melda lið til 35+ Old boys kapping í ár og vóna, at tað eydnast at møta upp. Christian Roost hevur sagt ja til at taka sær av liðnum. Um onkur er áhugaður i at venja við teimum, so er bara at kontakta Christian, Levi Hanssen, Rók av Fløtum Jespersen, Jón Krosslá ella onkran av hinum.

Old girls byrjaðu uttanduravenjingina 1. mars, og venja tvær ferð um vikuna. Arbeitt verður hart fyri at fínpussa formin, áðrenn tær í mai mánað fara til Mallorca at kappast. Og tað kann taka langa tíð hja summum av teimum, siga tær. Um onkur er áhugaður í at venja við teimum, kunnu tær kontakta Anniku Godtfred, Liljuna av Fløtum, Elin Christiansen, Silju á Borg ella Jenny í Heiðunum.

Enn mangla vit at síggja Old boys 45+ á vøllinum til venjing. Onkur vil vera við, at teir hava ein dreym um at byrja, men nú fáa vit at síggja. Um onkur er áhugaður at venja við teimum, so kunnu tey kontakta John Hera Dam.

Øll hesi trý liðini venja samstundis. Tey venja á niðara vølli týskvøld og hóskvøld kl. 20.30-21.30/22.00.

GG: Fótbóltur fyri Old boys og Old girls er ikki Heilsufótbóltur.