Ein hópur av HB-børnum á Ovara vølli

Fríggjadagar kl 14 venja U11 gentur og dreingir saman.

Jens Erik Rasmussen, ið er okkara fantastiski høvuðsungdómsvenjari við ábyrgd av dreingjum frá U5 til U11 og gentum frá U5 til U13, er við til allar venjingar.

Hann greiðir frá, at fríggjadag skipa tey statións-venjingar á ovara vølli, har leikararnir vera býttir í seks bólkar – og so rotera liðini á teimum ymisku statióninum. Onkuntíð er tónleikur eisini for frá, so tey raka tann rætta fríggjadagshýrin.

– Vit halda, at tað er gott fyri felagskapin hjá børnunum, at tey onkuntið kunnu venja gentur og dreingir saman. Tey kunnu vera heilt upp í 70 børn á vøllinum í senn. Aftaná venjingina kunnu tey fara inn í felagsrúmið uppi á í HB-húsinum at hugna sær.

Tað er fantastiska stuttligt at eygleiða børnini stuttleika sær við fríggjadagsfótbólti og felagsskapi.