Nevndin hevur nú sett skrivstovufólk og samskipara til HB. Sanna Vitalis er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin lærarinna. Hon hevur sterkt tilknýti til HB – og so byrjar hon longu í komandi viku, mánadagin 31. august.
Vit hava sett Sannu tíggju skjótar spurningar:
Hvørjar royndir koma tær til góðar í starvinum í HB?
– Eg eri útbúgvin fólkaskúlalærari og havi arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár. Eg havi eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og innan ymiskar námsfrøðiligar uppgávur. Eg vil nú nýta mínar royndir í nýggjum samanhangi og vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til – og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl.
Hvat er títt tilknýti til HB?
– HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Øll trý børnini spæla við HB, og bæði eg og maður mín eru sera virkin í felagnum. Eg havi verið nógv í og rundan um HB-húsið – bæði sum mamma, stuðul, hjálparvenjari, trivnaðarsamskipari og bara sum ein, ið fegin veitir eina hjálpandi hond. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag – tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og felagsskapi.
Hvat tiltalar teg við starvinum?
– Tað eru fyrst og fremst menniskjuni. Eg eri lærari við stórum L, og eg haldi, at ein tann týdningarmesta uppgávan hjá einum lærara er at skapa trivnað. Tá børn kenna seg trygg, sædd og hoyrd, mennast tey og blóma. Eg síggi júst tað sama í einum ítróttarfelagi. Samstarv er fortreytin fyri framburði, og samanhald er grundarlagið undir einum sterkum HB.
Hvat sært tú sum týdningarmestu uppgávuna fyrsta mánaðin?
– At lurta og læra. Eg havi nógv hugskot, men eg fari ikki inn í HB við einari ætlan um, at alt skal broytast. Eg vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur.
Hvørjar uppgávur gleðir tú teg mest til?
– Eg gleði meg ótrúliga nógv til at fara til arbeiðis og at finna mín leiklut millum teir reyðsvørtu litirnar. Fyrst og fremst at skapa trivnað í HB-húsinum. Men eisini at seta meg inn í umsitingararbeiðið, bæði sáttmálar, loyvi, samskifti við FSF og onnur feløg – og uppgávur í sambandi við evropeiskar dystir. Eg eri von at samskifta við nógv fólk, hava gott yvirlit og at arbeiða skipað, so eg gleði meg bara at byrja.
Hvat dámar tær væl við HB?
– At vit hava eitt felag við so nógvum ymiskum fólkum. Børn og ung, foreldur, venjarar, sjálvboðin og fólk, sum arbeiða í og kring felagið. Best av øllum dámar mær felagsskapin, tí eg havi upplivað, hvussu nógv ein góður felagsskapur kann geva børnum. Tað er nakað heilt serligt at síggja eitt barn vaksa og mennast, tí tað hevur funnið sítt pláss í einum felagi og kennir, at tað hoyrir til.
Um tú kundi broytt okkurt við HB, hvat skuldi tað so verið?
– Eg ynski ikki at broyta nakað. Heldur ynski eg at styrkja felagið.
Hvat heldur tú skal henda við HB-húsinum?
– Meira hugna og hita, tí eg droymi um, at HB-húsið skal verða eitt stað, har fólk hava hug at vera – eisini tá ið tey ikki skulu til venjing ella dyst. Øll skulu kenna seg vælkomin. Børnini skulu kenna seg trygg. Foreldur skulu kenna, at tey hoyra til. Venjarar skulu kenna, at teirra arbeiði verður sætt og virðismett. Tey, sum arbeiða og leggja nógva tíð og orku í felagið, skulu kenna, at her er gott at vera.
Lýs teg sjálva við trimum orðum
– Nærverandi. Skipað. Hjartagóð.
– Samanumtikið, so gleði eg meg til, at hjartað í HB-húsinum fer at banka aftur – og hesa ferð verður tað mítt.


















