Sport 24 SMS Cup

Árliga innandura fótbóltskappingin verður í Hoyvíkshøllini 14. desember.

Kappingin er fyri hesar aldursbólkar:

  • U7 (f. 2012 ella seinni)
  • U9 (f. 2010-11)
  • U11 (f. 2008-09)
  • U13 (f. 2006-07)
  • U15 (f. 2004-05)
  • U17 (f. 2002-03)

Hvørt lið telur fimm leikarar og í mesta lagi ein skiftisleikara. Tó spæla U15 og U17 við fýra leikarum. Liðini kunnu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum. Um færri enn trý lið eru tilmeldaði hjá gentunum, kunnu tær luttaka í einum yngri dreingjabólki.

Luttøkugjaldið er 300,- kr. fyri hvørt liðið. Goldið verður, tá møtt verður upp. Boða frá luttøku við sms boðum til 224355, ella telduposti  til eydvorjakobsen@gmail.com.