Nýggjur HB-sangur

Heri Nolsøe hevur gjørt ein nýggjan HB-sang í samband við 24. FM-heitið felagsins. Heri hevur gjørt bæði orð og lag. Rókur Jákupsson Jakobsen syngur og Jóhan Ziskason spælir gittar. Kris-Stuff STUDIO hevur staðið fyri upptøku, arrangering, ljóðførum og kóri.

TAÐ ERU VIT

Orð og lag: Heri Nolsøe © 2020

Fram á vøllin vit fara
við rúkandi ferð,
ganga undan og vísa
hvat henda skal her.
HB eita tit,
hava reyð svartan lit,
Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

Hesin dagurin bjarti
vit eru á ferð,
tað móti medaljunum ber.
HB aftur nú gullið í
føvningin tók,
HB sveimar á ovastu rók.

Her er reyð svarta lithavið
skyggjandi rond,
knýta saman vit skulu
øll ítróttarbond.
HB eiga tit,
hava reyð svartan lit,
Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

Hesin dagurin bjarti
vit eru á ferð,
tað móti medaljunum ber.
HB aftur nú gullið í
føvningin tók,
HB sveimar á ovastu rók.

Og tá dómarin bríkslar
og dystur er av,
vit øll somul frøast
og lyftast upp av.
HB eiga tit,
hava reyð svartan lit,
Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

Hesin dagurin bjarti
vit eru á ferð,
tað móti medaljunum ber.
HB aftur nú gullið í
føvningin tók,
HB sveimar á ovastu rók.