Í vetur hevur FSF aftur skipa fyri Disney Playmakers, sum er eitt tiltak fyri 5-6 ára gamlar gentur.
Disney Playmakers er bóltspæl við útgangsstøðu í vælumtóktu Frozen 2-søguni, um systrararnar Elsu og Annu og kavamannin Olaf.
HB var í vetur partur av tiltakinum, og hevði venjingar í Høllini í Finsen, har 22 gentur luttóku.
FSF skrivar m.a. hetta um tiltakið:
Playmakers er eitt heilt øðrvísi tilboð til gentur í yngsta aldursbólkinum, har søguforteljing verður brúkt at menna rørslu-, bólt- og lívsførleikarnar hjá luttakarunum.
Átakið er enn nokkso nýtt í Føroyum, og serliga í høvuðsstaðnum er undirtøkan ómetaliga góð. Í hesum umfarinum varð Playmakers boðið út í Havn, á Argjum, í Gøtu og í Klaksvík og tilsamans vóru 63 gentur við til venjingarnar.
Disney Playmakers verður aftur á skránni í vár og tá fara venjingarnar at fylgja søgugongdini úr stuttliga og flotta filminum Encanto, sum snýr seg um Mirabel og gandakendu Madrigal familjuna.
Í HB gleðast vit um at smágentur vejla fótbóltin til, samstundis sum vit gleðast um at okkara dugnaligu Ronja og Silja valdu at átaka sær venjararollurnar í hesum umfarið. Vit vóna sjálvandi at síggja genturnar aftur, til venjingar í Gundadali í framtíðini.
Kunning um venjingar hjá U7 Gentum sæst á Facebook-bólkinum: HB U7 Gentur – 2026 (árg 19/20)
Í vár 2026 verður aftur eitt umfar av Disney Playmakers á skránni, tá venjingarnar fara at fylgja søgugongdini úr filminum Encanto, sum snýr seg um Mirabel og gandakendu Madrigal familjuna. Tilmelding til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá FSF, einaferð í vár.
Myndir: FSF











































