Áki hevur í dag, á sínum 15 ára føðingardegi, skrivað undir sáttmála við danska Superligafelagið FC Midtjylland. Seinasta árið hevur Áki spælt á ungdómsliðum hjá FC Midtjylland, og har hevur tað gingið so mikið væl, at teir hava bjóðað honum ein 3-ára sáttmála.
Fyrr í ár skrivaði ein annar HB’ari, Heini Sørensen, eisini undir sáttmála við FC Midtjylland. Áki og Heini eru báðir úttiknir til U17 landsliðið, sum í næstum skal luttaka í UEFA-menningarkapping.
Umframt Áka og Heina hava tveir aðrir fyrrverandi HB’arar sáttmála við FC Midtjylland. Teir eru systkinabarnið hjá Heina, Hanus Sørensen, og landsliðsleikarin, Jákup L. Thomsen. Jákup er í løtuni útleigaður til íslendska felagið FH.
Í HB eru vit errin av at kunna uppala leikarar, ið fáa sáttmála á hægsta støði.