Patienturin yvirlivdi og er útskrivaður!
Lagnudystur hjá 1. deild í Sørvági bleiv ongantíð so dramatiskur, sum vit høvdu væntað. Tí okkara gjørdu bart, vundu burturúr heimaliðnum, og vunnu at enda heili 5-0 ímóti 07 Vestur, sum fyri fáum vikum síðani spældi við um uppflyting til Betri deildina.
Men hóast okkara vóru greitt við yvirlutan, vóru eyguni uttanfyri vøllin, vend ímóti øðrum dystum. Tí um B36 og Skála bæði vunnu sínar dystir, var einki hjá okkum at gera. Men við einari hjálpandi hond úr Víkingi, lyftu vit okkum upp um Skála, sum sostatt má taka leiðina niður í 2. deild.
Hetta hevur verið eitt buldrasligt ár hjá okkara 1. deildarliðið, og mangan eru stigini gloppin av hendi í síðstu minuttunum. Men operatiónin eydnaðist, og HB er eisini umboðað í 1. deild í 2020.