Eg var glaður í dag í Vestmanna, tí sonurin hevði vunnið kappróður, eg skemtaði og prátaði, inntil ein vinur kom yvir og spurdi, um eg hevði hoyrt, hoyrt hvat?
Petur Slyne er deyður, eg gjørdist keddur og hugsaði, nei, ikki Petur, ikki hann, hann var altíð so frískur og gav góðan stemning, har hann var.
Kendi hann sum smádrong, tá hann spældi við okkara felag, HB.
Seinni arbeiddu vit saman á Fiskasøluni. Vit spældu á besta liðnum hjá HB saman og hjálptust at seta á stovn Petur og Petur.
Petur var eitt menniskja, sum gav tær eina kenslu av vælveru, róligur og fyrikomandi, altíð við tí góða orðinum, og aldrin havi eg hoyrt hann siga eitt negativt orð um nakran.
So sera dugnaligur og arbeiðssamur, gav orðinum “kreativitet” eina veruliga meining.
Petur, eg minnist enn túrin á Mallorca, tá tú bjóðaði okkum heim, Gunnar, Hans, Suni, Geir, við og uttan konur og nógv onnur, tá vísti tú okkum títt hjartarúm og tann blíðskap, sum var títt veruliga lyndi, ein fantastiskur túrur, sum eg ongantíð gloymi.
Góði Petur, fyri einari løtu síðani skrivaði eg út á okkara HB bólk, at ein av okkara var farin, og heitti á onkran, at vit skuldu minnast teg áðrenn Ólavsøkudystin móti NSÍ. Tað var óneyðugt, alt var í lagi, og ervið fyri ein av okkara verður í HB húsinum.
Góði Petur hvíl í friði, og til øll tykkum nærmastu vil eg geva eina heilsan við djúpastu samkenslu ❤️
Kaj Leo Holm Johannesen