Árligi fótbólsskúlin hjá HB og FSF verður í Havn 24. og 25. juni. Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum, bæði gentum og dreingjum, sum eru fødd í 2007 til 2015. Kostnaðurin fyri at luttaka er 450 krónur. Tá er venjing, matur, t-troyggja, vatndunkur og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan hjá HB er týsdagin 21. juni.
Tilmelding til rásir í Skúlanum á Fløtum letur upp leygardagin 5/3-2022. Her ber m.a. til at velja vælumtóktu fótbóltsrásina, har venjarar úr m.a. HB leggja lag á. Tilboðið er til teirra, ið vilja meira við fótbóltinum, enn bara tær venjingarnar sum eru skipaðar í felagnum. Tit kunnu melda til á leinkinum her. Evsta mark at melda til er mánadagin 14/3-2022 kl 12:00. Tit kunnu lesa meira um rásaskipanina her. Kunningarfundur verður fyri áhugaðum foreldrum og næmingum í Skúlanum á
Vegna korona er drátturin um stuðulseðlarnar útsettur. Drigið verður ístaðin 15. januar. Vil tú ogna tær ein stuðulsseðil, ber til at ringja til Knút Olsen á tlf. 213805. Seðlarnir kosta 1.000,- kr. Vinningarnir eru gávukort á 3.000,- kr. frá SMS, Magn og Effo og árskort til allar heimadystirnar hjá Betri monnum í 2022.
Drigið er millum teir seldu stuðulsseðlarnar, og vinnartølini eru hesi: Vinningur Seðil nr. 1 Gávukort frá SMS 440 2 Gávukort frá SMS 569 3 Gávukort frá SMS 58 4 Gávukort frá SMS 245 5 Gávukort frá SMS 451 6 Gávukort frá SMS 61 7 Gávukort frá SMS 322 8 Gávukort frá SMS 457 9 Gávukort frá SMS 145 10 Gávukort frá SMS 242 11 Gávukort frá Magn 498 12 Gávukort frá Magn 351 13 Gávukort frá Magn 283 14 Gávukort frá Magn 390 15 Gávukort frá Magn 352 16 Gávukort frá Effo 594 17 Gávukort frá Effo 270 18 Gávukort frá Effo 97 19 Gávukort frá Effo 142 20 Gávukort frá Effo 191 21 Árskort HB-Heimadystir 2021 539 22 Árskort HB-Heimadystir 2021 385 23 Árskort HB-Heimadystir 2021 309 24 Árskort HB-Heimadystir 2021 412 25 Árskort HB-Heimadystir 2021 277 Tey, ið hava vunnið, skulu seta seg í samband við Gunnar Mohr á tlf. 764630, ella Bjarna Joensen á tlf.
Í vikuskiftinum var síðsta umfar í 1. deild hjá kvinnum, har okkara tóku ímóti AB í Gundadali. Tær gjørdu bart, og vunnu dystin 3-0. Málini skutu Sára Jespersen og Súsanna Tummasardóttir (2). Við sigrinum tryggjaðu kvinnurnar sær 3. plássið í deildini, og harvið bronsumedaljurnar. Venjararnir hjá 1. deild kvinnum, Liljan av Fløtum og Simona Heinesen, eru væl nøgdar við kappingarárið, tá hugsað verður um at tær, sambært teimum sjálvum, bert hava vant 4 ferðir saman í ár. Málið hjá 1. deild kvinnum
Vegna sóttarhald hjá fleiri leikarum eru tveir dystir útsettir. Talan er um 1. deildardystin hjá monnum ímillum HB og KÍ, sum eftir ætlan skuldi spælast 22. september. Somuleiðis er U15 dysturin hjá gentum millum Skála og HB útsettur. FSF ástur nýggjar dystarásetingar seinni.
Átta mál vóru í uppskoti til ársins mál, harav vit áttu tey trý. Málið hjá Daniel ímóti ÍF, málið hjá Dan ímóti Víkingi og so sjálvandi ársins mál hjá Adrian, ið hann skoraði ímóti KÍ. Atkvøtt var á heimasíðuni hjá FSF, har atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50%, meðan atkvøðurnar hjá einum serfrøðingabólki taldu 50%. Adrian fekk 20,5%, Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk 19,9% og Dan fekk 19,2%. So tað kann ikki sigast annað, enn at tað var sera tætt.
Drigið er um stóru stuðulsseðlarnar hjá HB, og vinnaratølini eru hesi: Vinningur nr. Vinnaratal 1 338 2 389 3 408 4 18 5 243 6 472 7 403 8 261 9 146 10 309 11 482 12 387 13 220 14 74 15 410 16 202 17 333 18 356 19 99 20 471 21 63 22 214 23 138 24 240 25 310
Patienturin yvirlivdi og er útskrivaður! Lagnudystur hjá 1. deild í Sørvági bleiv ongantíð so dramatiskur, sum vit høvdu væntað. Tí okkara gjørdu bart, vundu burturúr heimaliðnum, og vunnu at enda heili 5-0 ímóti 07 Vestur, sum fyri fáum vikum síðani spældi við um uppflyting til Betri deildina. Men hóast okkara vóru greitt við yvirlutan, vóru eyguni uttanfyri vøllin, vend ímóti øðrum dystum. Tí um B36 og Skála bæði vunnu sínar dystir, var einki hjá okkum at gera. Men við einari hjálpandi hond
Sum tann gløggi lesarin allarhelst hevur lagt til merkis, hava vit fingið nýggja heimasíðu. Síðan er ment og sniðgivin av Nudlavirkinum, við góðari hjálp frá góðum kreftum úr HB. Nýggja síðan hevur eitt meira nútíðarkent snið, og er eisini responsiv. Hetta merkir at hon tillagar seg eftir skermstøddini, sum ger at hon er lættari at nýta á eitt nú fartelefonum. Tí verður tað enn lættari at kunna seg um viðurskifti í HB. Innihaldið á síðuni er tað sama sum áður, tó
- 1
- 2