dystarfrásøgn

Nýggju mennirnirnir væl frá byrjan

Við bæði málum og uppleggum komu nýggju spælararnir væl frá byrjan í ársins fyrsta landskappingardysti ímóti B68. Hóast eina sjokkbyrjan, har B68 legði seg á odda 1-0, kom ongantíð panikkur í okkara menn. Matthias, sum annars ikki er tann stóri málskjúttin, opnaði málkontuna við einum frálíkum saksasparki. Heimvendi Mikkel gjørdi tað, sum hann hevur gjørt so mangan fyrr, og skoraði eitt klassiskt áleyparamál, eftir frálíkt upplegg frá Mads. Mads var skrivaður fyri eitt mál og tvey upplegg. Seinna uppleggið átti hann, tá

Steypið handað

Flestum kunnugt hava 1. deild kvinnur vunnið deildina í ár. Og tað sera sannførandi eisini. Tær hava ligið á fremsta plássinum tað mesta av kappingini. Ein dystur er endaður við javnleiki, og ein er taptur. Restina hava tær vunnið.   Í fjør endaðu tær á triðja plássinum, og tíðliga í ár sóu vit ábendingar, um at tað fór at ganga minst líka væl. Venjararnir, Simona og Liljan, gleðast um hvussu envaríkir leikarar tær hava havt um hendi, og hvussu fantastiska

U15-dreingirnir í steypafinaluni!

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá okkara U15-dreingir spældu seg í steypafinaluna. Grannarnir fyri sunnan løgdu seg á odda 1-0, og leingi sá út til at tað skuldi gerast endaliga úrslitið. Men við seinasta sparkinum í dystinum, megnaðu okkara at javna til 1-1. So skuldi umdystur til. B36 legði seg eisini á odda 2-1, men aftur hesa ferð kláraðu vit at javna. Marathon-dysturin skuldi tí avgerðast við brotssparkskapping, har vit skoraðu uppá øll okkara, meðan B36 brendi tað eina. Sostatt eru tað

Trygt í steypafinaluna

Við einum sannførandi avriki ímóti NSÍ, spældu vit okkum í steypafinaluna ímóti Víkingi. Tað sást frá fyrsta bríksli, at okkara menn vóru væl upplagdir. Nærdystir vóru vunnir, avleveringarnar sótu og vit vóru konstant ágangandi. Byrjað varð við trimum í miðverjuni, og hetta gav meira pláss til okkara bakkar – Hera og Daniel. Og tað var júst Daniel sum setti hol á málskjótingina. Vit fingu eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, og Daniel og Adrian stillaðu seg við bóltin. Sjónin av teimum báðum

Klárir til hálvfinaluna

Tað stóð á gomlum nøglum, og vit skuldu heilt til brotsparkskapping, áðrenn vit kundu staðfesta plássið í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin var ikki meira enn 7 minuttir gamal, tá Mathias legði okkum á odda. Alt tóktist ganga sum ætlað, og nú var bara ein spurningur um hvussu stórur sigurin fór at vera. Hildu nógv. Men so var ikki. 07 Vestur vardi væl, og hvørja ferð vit komu í góðar støður, kom onkursvegna eitt bein í vegin. Og tá verjan

FØROYAMEISTARAR!

Við einum tryggum 4-0 sigri á TB, hava vit tryggja okkum 24. FM-heitið. Onkur venjari royndi at leggja trýst á okkum, og tosaði um gummibein. Men dysturin var ikki meira enn tveir minuttir gamal, tá Mikkel Dahl stútaði bóltin í kassan, eftir innlegg frá Daniel Aftaná tað var tað meira ella minni cruise-control, og Mikkel skoraði tvær ferðir afturat, og Hilmar Leon eina ferð. Hagtøl Betri Deildin menn HB – TB 4-0 (2-0) 1-0 Mikkel Dahl 2-0 Mikkel Dahl 3-0 Hilmar Leon Jakobsen 4-0 Mikkel Dahl Liðið í dag: 1

Í evstu løtu

Hóast talan var um topp ímóti botni, skuldu vit fara um teir 90 minuttirnar, áðrenn avgerðin fall í ”lítlu” grannauppgerðini. Í mun til liðið sum byrjaði ímóti Víkingi, vóru 5 broytingar á liðnum. So nógvar broytingar kunnu ávirka rútmuna, og tað sást eisini ímóti AB. Hóast vit skaptu onkrar møguleikar, komu vit ongantíð heilt upp í ferð. Vit komu á odda tá ein lítil hálvur tími var spældur. Hilmar Leon legði ein perfektan bólt inn fyri, har Øssur vísti áleyparatevið, og fekk

Reint borð ímóti grannunum

Vit megnaðu at venda 0-1 til 2-1, og hava harvið vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti B36 í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð. Dysturin byrjaði ikki so væl fyri okkara viðkomandi, tí longu eftir 10 minuttir mátti Mikkel Dahl av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom Hilmar Leon, sum tó skuldi vísa seg at hava avgerðandi týdning. Og fyri at gera ilt verri, legði B36 seg á odda í 13. minutti. Vit svaraðu tó væl aftur, og áðurnevndi Hilmar Leon fekk javnað

So-Dan!

Hann hevur mangan spælt væl, uttan at vera tann sum skapar yvirskriftirnar. Men eftir dystin ímóti NSÍ, kann Dan sleppa at eiga yvirskriftina. Tí umframt sítt vanliga renniarbeiði, var hann eisini við í avgerðandi støðum í dag. Leikliga vóru vit omaná tað mesta av dystinum. Men teir stóru kjansirnir komu ikki. Tó so, aftaná góðan hálvan tíma, fingu vit tann størsta av øllum. Brotsspark. Eitt innlegg frá Daniel, sum allarhelst fekk ov nógva luft undir, endaði aftast í brotsteiginum. Dan tók

Trivaligur ólavsøkusigur

Tað gekk ein løta, áðrenn vit fingu hol á, men tá vit gjørdu, var eingin ivi um hvar stigini, og ólavsøkusteypið, skuldu fara. Settu okkum á dystin frá byrjan Dysturin byrjaði sum eitt satt ódnarveður. Álopini skolaðu oman ímóti TB-málinum, og fleiri mundu klóra sær í nakkanum, tá støðan enn var 0-0 eftir 10 minuttir. Vit skaptu fleiri upplagdar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Um okkara vóru óskarpir, ella málið var gandað, má vera upp til hvønn einstakan at meta um. Men