Afturval til allar fýra

Rúna, Ása, Fridrikka og Sunniva eru aftur úttiknar til A-landsliðið hjá kvinnum, sum seinni í februar skal spæla venjingardystir ímóti Malta og Albania.

Føroyska kvinnulandsliðið fer seinni í februar til Malta, har tveir venjingardystir eru á skránni. Dystirnir eru ímóti Malta og Albania, og verða spældir 22. og 25. februar.

Hesar fýra hava bitið seg fastar á landsliðið, og vóru eisini úttiknar seinast.