Í Íslandi kallað tey vinnaran av stórsteypadystinum meistarar meistaranna, og hetta heitið kunnu okkara dugnaligu kvinnur nú bera við stoltleika.
Á sjálvum føðingardegnum hjá venjaranum Allan Dybczak vann okkara besta kvinnulið Stórsteypið, ið dystinum millum besta og næstbesta liðið í fjør, sum Lyons skipaði fyri. EB/Streymur Skála vann í fjør greipuna, meðan HB var næstbest í báðum kappingum.
Men alt bendir á, at okkara kvinnur fara at geva teimum skarpan gang í ár. Tí í Stórsteypadystinum gjørdu HB kvinnurnar bart og snøgt sagt smurdu greipuvinnararnar av. Úrslitið av dystinum gjørdist heili 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Harvið hava vit vunnið fyrsta lutin í Stórsteypinum hjá kvinnunum.
Okkara málskjúttar vóru:
Heidi Sevdal 3 mál
Rebekka Fjallsá Benbakoura 2 mál
Elin Maria Isaksen 2 mál
Vit ynskja kvinnunum hjartaliga til lukku við steypinum.
Her kanst tú síggja samandráttin hjá KVF av dystinum