Eftir nøkur ár uttanlands verður Gunnvá Lützen aftur at síggja í HB-málinum í 2024.
Hon var bert 15-ára gomul, tá hon fekk sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2020. Árið eftir var hon fyrstaval millum stengurnar, áðrenn hon fór uttanlands á sumri í 2021.
Sum málverji hevur hon nógvar góðar eginleikar. Hon er høg, djørv, góð við beinunum, arbeiðssom, og setur sær sjálvari høg krøv.
Hóast hon bert er 18 ár, hevur hon vant við A-landsliðnum.
Vit ynskja Gunnvá vælkomna aftur í Gundadal.