Enn ein spennandi leikari

Enn ein spennandi leikari legst afturat Betri-kvinnum. Talan er um 18-ára gomlu Jakobinu Bergsdóttir, sum kemur úr Skála ÍF.

Jakobina spældi sín fyrsta dyst í Betri-deildini longu í 2022, tá hon umboðaði felagsliðið EB/Streym/Skála. Síðani tá hevur hon verið millum stuðulsleikararnar, fyrst hjá EB/Streymi/Skála, og síðani hjá Skála ÍF. Hetta varð bert avbrotið í seinnu hálvu av 2023 og fyrru hálvu í 2024, tá hon var uttanlands í skúlaørindum.

Umframt 47 dystir í fremstu røð í Føroyum hevur Jakobina spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15-U19, har hon higartil hevur spælt 38 ungdómslandsdystir.

Vit ynskja Jakobina vælkomnari í Gundadal.

Mynd: RSmedia

Hagtøl: FaroeSoccer