Kvinnurnar eru komnar víðari í steypakappingini uttan at spæla.
Tær skuldu upprunaliga møta FC Suðuroy í 1. umfari. Men av tí at FC Suðuroy hevur tikið liðið úr kappingini, fara okkara víðari uttan dyst.
Í fjórðingsfinaluni møta tær NSÍ. Tann dysturin verður spældur við Løkin, mikudagin 18. juni.




















