Fimm landsliðsboð

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur S. Clementsen, hevur úttikið fimm steypavinnarar til komandi dystirnar í Baltic Cup.

Rúna, Sunniva og Fridrikka hava verið meira ella minni fastar á landsliðnum seinastu árini, meðan Gunnvá og Teresa enn hava fyrsta landsdystin til góðar.

Baltic Cup 2025 verður spælt í Litava í døgunum 21.-28. oktober.