Kvinnurnar byrja í Klaksvík

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar 22. mars, og fyrsta avbjóðingin hjá okkara kvinnum verður ímóti føroyameistarunum úr KÍ.

Í mun til 5 lið í fjør, so eru 6 lið í kappingini í ár. Nýggja liðið í deildini er NSÍ.

Kvinnurnar spæla seinasta dyst á heimavølli 17. oktober, tá felagsliðið EB/Streymur/Skála kemur á vitjan. Øll skráin sæst HER.