Fyrst í august byrjar Betri-deildin við kvinnum aftur. Við 3. plássi í grundspælinum tryggjaðu okkara sær pláss í FM-endaspælinum.
Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 3. august, og kappingin endar fríggjadagin 10. oktober.
Liðini í FM-endaspælinum eru, umframt HB, KÍ, NSÍ og Víkingur.
Í mun til í fjør spæla liðini tríggjar ferð ímóti hvørjum øðrum.
Skráin fyri endaspælið sær soleiðis út:
- 5. august – NSÍ-HB
- 10. august – HB-KÍ
- 17. august – Víkingur-HB
- 24. august – HB-NSÍ
- 31. august – KÍ-HB
- 7. september – HB-Víkingur
- 21. september – KÍ-HB
- 5. oktober – NSÍ-HB
- 10. oktober – HB-Víkingur
Mynd: RSmedia/HB