Leikskráin hjá kvinnunum er klár, og tær byrja við grannauppgerð mikukvøldið 19. mars.
Eins og í fjør er kappingin hjá kvinnunum skipað við grundspæli og endaspæli. Liðini møtast tvær ferð í grundspælinum, og síðani verða liðini býtt í tveir bólkar. Fýra tey fremstu fara í ovara endaspæl at spæla um FM, meðan nr. 5-8 fara í niðara endaspæl.
Síðsti dystur í grundspælinum verður spældur á útvølli ímóti KÍ, leygardagin 5. juli.