Bilasølan koyrir víðari

Bilasølan heldur fram sum stuðul hjá okkara kvinnum. Hetta merkir at Bilasølan framhaldandi verður sjónlig á leikbúnunum hjá kvinnunum.

Kvinnu- og gentusíðan er í stórari menning, og vit fegnast um at vinnulívið spælir við okkum, og eru errin av at ein so sterkur viðspælari stuðlar kvinnu- og gentusíðuni í felagnum.

Bilasølan umboðar merkini Volkswagen, Audi og Skoda.

Á myndini síggjast Eyðstein Zachariasen, Ása á Reynatúgvu, Páll Mohr Joensen og Kiran Jóanesarson frá Bilasøluni.