Kvinnurnar beinleiðis í fjórðingsfinaluna

Lutakastið í steypakappingini hjá kvinnum háttaði seg soleiðis, at okkara kvinnur fara beinleiðis í fjórðingsfinaluna. Mótstøðuliðið verður 07 Vestur, sum okkara vunnu 2-0 á í Betri deildini í vikuskiftinum.

Dysturin verður spældur í Gundadali 5. ella 6. juni.

Mynd: jn.fo