Fyrr í ár høvdu vit tríggjar starvsnæmingar. Tað vóru tær tríggjar Astrid, Emily og Louise, sum allar lesa til fysioterapeut í Århus, ið valdu at brúka sína starvsvenjing hjá okkum. Tær seks vikurnar tær vóru her, arbeiddu tær m.a. tætt saman við okkara fysioterapeuti, Bjarta.
Arbeiðsuppgávurnar vóru ymiskar, og tær hava bæði havt sjálvstøðugar uppgávur og bólkauppgávur. M.a. hevur Astrid avloyst Bjarta, tá hann hevur verið burturstaddur, og verið knýtt at Betri-monnum, bæði til dyst og venjing. Eisini hevur hon havt ábyrgd av skaðagreining og skaðaviðgerð hjá allari ungdómsdeildini, Betri-kvinnum og 1. deild monnum.
– Fyri okkum hevur tað verið ótrúliga spennandi og mennandi at sleppa at vera so nógv við. Vit hava verið tætt at spælarum, venjarum og øðrum, og hava fingið innlit í, hvussu eitt fótbóltsfelag á hesum støði verður rikið.
– Sum lesandi í starvsvenjing høvdu vit slett ikki sloppið so langt inn, um man kann siga soleiðis, um vit eitt nú vóru í einum professionellum donskum felagi, sigur Astrid.
Bókling til ungdómsdeildina
Umframt alt tað praktiska tær hava gjørt, hava tær eisini sett saman ein bókling við venjingum til ungdómsdeildina. Og akkurát hetta er nakað, sum tær eru fegnar um.
– Vit hava gjørt ein bókling til ungdómin í felagnum, sum gjarna skal hjálpa teimum at gerast enn betri fótbóltsspælarar. Vit læra tey ikki at spæla bólt, men vegleiða tey í fleiri øðrum tingum, sum skulu leggja lunnar undir teirra fótbóltsleið. Alt frá kosti og svøvni til skaðafyribyrging og uppvenjing.
Hetta er gjørt serliga við atliti til teir ungdómsleikarar, sum hava morgunvenjingar. Men ætlanin er, at hetta skal tillagast til øll ungdómsliðini í felagnum.
Ein spennandi og lærurík tíð
Nú tær fara aftur á skúlabonk, fara tær avstað við nógvum góðum upplivingum í skjáttuni.
– Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð. Fakliga hava vit fingið nógv burturúr, men eisini menniskjaliga. Hóast frástøðan millum Danmark og Føroyar er stutt, skuldu vit venja okkum við eina aðra mentan og eitt annað arbeiðslag, enn tað vit eru vanar við. Tingini ganga kanska ikki altíð so skjótt her, og tað hevur elvt til onkrar frustratiónir. Men vit hava tillagað okkum og hava samstundis nýtt tann friðin, sum er í Føroyum. Tað er ikki bara gott, tá alt koyrir við 100 km. ferð. Men samstarvið við Mads hevur eisini verið fyrimyndarligt, og arbeiðsdagarnir hjá okkum hava verið væl skipaðir.
– Vit eru fegnar um upplivingina og vóna, at hetta kann skapa eitt gott samstarv millum HB og skúlan, og at fleiri sleppa at royna seg í starvsvenjing. Hetta tí fleiri hava ein dreym um at arbeiða í einum fótbóltsfelag, og tað sleppur man ikki í Danmark uttan so, at man hevur rætta netverkið at dúva uppá, siga tær at enda.
Vit takka teimum trimum fyri tíðina her og ynskja teimum góða eydnu við restini av útbúgvingini. Bóklingurin, tær hava latið úr hondum, er prentaður og er til taks hjá ungdómsvenjarum í felagnum.