NB Fysioterapi verður framhaldandi at síggja á síðulinjuni í 2024.
Samstarvið millum HB og NB heldur fram á 4. árið. Niklas Reginsson verður leiðandi fysioterapeutur, og afturat sær hevur hann fingið Elias Evensson at taka sær av fysioterapeutiska virkseminum hjá Betri monnum og kvinnum.
NB Fysioterapi er ein klinikk við nýmótans venjingarútgerð, og einum toymi manna av forvitnum og íðnum fysioterapeutum, sum altíð veita eina dygdar tænastu, við útgangsstøði í nýggjastu gransking og vitan.
Til ber at lesa meira um virksemið hjá NB Fysioterapi á heimasíðu teirra www.nb.fo.