Eftir eitt gott og sannførandi kappingarár er Ási í dag úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.
Bakkurin hevur fingið spælitíð í 26 av 27 landskappingardystum í ár, og avrikini hava verið so sannførandi, at fyribils A-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur sent boð eftir Ása. Eyðun var U21-landsliðsvenjari í júst farnu undankapping, og har var Ási ein av stuðulsleikarunum.
Noah hevur eisini tikið stigið frá U21 til A-landsliðið hesa ferð. Noah hevur verið við nakrar ferðir fyrr, har tað higartil er blivið til 5 A-landsdystir.
Umframt Ása og Noah eru veteranarnir á landsliðnum, Teitur og Viljormur, afturvaldir hesa ferð.
Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla tveir teir seinastu dystirnar í Nations League. Báðir eru á útivølli ímóti ávíkavist Armenia og Norðurmakedonia.
Hagtøl: FaroeSoccer