Stórsteypavinnarar

Í regninum á Tórsvølli drógu vit longra stráðið, og vunnu Stórsteypadystin anno 2024 ímóti KÍ.

Tað var lagt upp til eitt brak millum arvafíggindarnar. Hóast hesin dysturin ikki er avgerandi fyri kappingarárið, kann hann geva eina ábending, um hvar liðini standa eina viku áðrenn landskappingin fer í gongd.

Undan dystinum var nógvastaðni spátt, at KÍ fór at vinna stórt. Ymsu fótbóltsserfrøðingarnir stóðu í kø fyri at tosa okkara lið niður. Men sum fótbóltsserfrøðingur í út- og sjónvarpi skalt tú bara siga hvat tú heldur, uttan at fyrihalda teg til fakta. Og ofta endurtaka teir bara hvønn annan.

Óroynt lið

Undan dystinum hevði Dodo gjørt greitt, at hann fór ikki at risikera nakran spælara, sum hevði nakað sum minti um skaða. Tí sótu m.a. Mikkel, Emmanuel og Samba heilt uttanfyri. Hetta gav so møguleikan til nakrar yngri mans, sum ikki hava so nógvar minuttir í Betri deildini. Millum teirra, sum byrjaðu inni, var 16-ára gamli Dávid Reynheim, sum dagin áðrenn hevði undirskrivað sín fyrsta sáttmála. Hann skuldi seinni vísa seg at fáa ein høvuðsleiklut.

KÍ trýst frá byrjan

Sum væntað byrjaði KÍ við at leggja eitt øgiligt trýst á okkum. Tó vóru tað vit, sum fingu fyrsta stóra møguleikan, tá áðurnevndi Dávid fekk høvdið á eitt innlegg. Neyvleikin var tó ikki heilt til staðar, og bólturin fór uppum.

Hóast KÍ sat á tí mesta, fóru liðini til hálvleiks við javnleiki 0-0.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. Við einum ógvusligum KÍ trýsti. Og trýstið gav úrslit, tá smáir 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Ein langur bóltur bleiv sendur fram í høgru síðu til Jóannes Kalsø Danielsen, sum við einum frálíkum innleggi fann málrevin Páll Klettskarð, sum skallaði bóltin í mál.

Nú skuldi man trúð, at okkara menn fullu í fátt. Men so var ikki. Málið tóktist ikki nerva teir. Heldur tvørturímóti, tí nú kundu teir spæla meira frítt. Og góðar fimm minuttir seinni bragdaði. Eftir eitt hornaspark endaði bólturin hjá Áka. Hann royndi seg við innleggi, men ein KÍ’ari stóð fyri. Ella stóð fyri, er nakað nógv sagt, tí hann gjørdi seg so mikið breiðan, at armurin fór upp um høvd og forðaði fyri innlegginum. Hóast nøkur hálvhjartaði mótmæli, var dómarin ivaleysur, og peikaði á brotssparksblettin. Um tað var regni og kuldin á Tórsvølli, sum spældi inn, ella um Áki bara er ísakaldur, lata vit verða ósagt. Men hann var í hvussu er ósvikaligur frá 11-metra blettinum, og hamraði bóltin í kassan til 1-1.

Ási við dreymamálið

Sat skotið hjá Áka væl, vildi Ási ikki standa nakað aftanfyri. Tí góðar 10 minuttir seinni vann hann ein bólt á KÍ hálvuni, tók eitt trekk, og smekkaði bóltin heilt upp í tríkantin. Hóast KÍ-málverjin sprellaði alt tað hann var mentur, var hetta bara uppvísing, tí frá tí løtu bólturin slepti fótinum hjá Ása, var eingin ivi um, hvar hann endaði. Eitt satt dreymamál.

Og nú gekk skjótt. Hóskaði 1-1 málið illa hjá frásøgumonnunum, kom hetta enn verri við. Alt meðan teir stríddust við at finna orð fyri bæði at rósa frálíka málinum, og at skilja hvussu vit nú brádliga vóru á odda, kom debutanturin Dávid í fokus.

Sum ein og hvør annar góður áleypari, hevði hann lúrt vandan. Ein afturlegging var í so spakulig, og Dávid var á bóltinum áðrenn KÍ málverjin. Hann fekk prikað bóltin framvið honum og lat hann trilla spakuliga í tóma málið. Eitt ordiligt áleyparamál frá unga manninum.

Góðar fimm minuttir fyri leiklok fekk KÍ minkað um munin til 2-3, og hóast onkra roynd afturat, komu teir ikki nærri, og vit kundu fegnast um at vinna Stórsteypið 2024.

Okkara HB

Sum áðurnevnt var nógv gjørt burturúr at niðurspæla okkara leiklut í hesum frammanundan. Og hóast úrslitini í venjingardystunum hava verið misjøvn, er eingin fallin í fátt. Tí kappingin hevur ongantíð verið avgjørd í mars mánað. Og í HB lata vit okkum ikki ávirka av meiningum uttanifrá, men hugsavna okkum um okkara. Okkara HB.

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo