Eftir nøkur ár í útlegd, vendir 23-ára gamli miðavallarin, Magnus Holm Jacobsen, kósina heim aftur í norðara part av Gundadali.
Magnus spældi ein stóran part av sínum ungdómsárum í HB, áðrenn hann skifti til grannarnar fyri sunnan. Her beit hann seg fastan á besta liðið. Eisini var hann eitt skifti í portugisiskum fótbólti.
Í fjør spældi hann við 07 Vestur, men komandi kappingarár fáa vit so aftur gleðina av dygdunum hjá Magnusi. Og hann er, sum vera man, sera spentur uppá skiftið.
– Tað er gott at vera heima aftur, sigur Magnus sum tað fyrsta.
– Orsøkin til eg komi aftur er, at eg havi ambitiónir um at vinna. Eg kenni alt til vinnaramentalitetin í HB, og tað er nakað, sum motiverar meg. Eg haldi at at kann gera mun, og eg gleði meg bara at koma í gongd.
Magnus hevur verið sera eyðsýndur í Betri deildini seinastu árini, og hevur staðið sum ein av sterkastu miðvallurunum í deildini. Hann er kendur sum ein hart arbeiðandi miðvallari við góðum tekniskum førleikum og spælskili.
Vit eru fegin um at hava fingið Magnus aftur røttu megin Gundadal, og bjóða honum vælkomnan aftur.