Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 eru væl á veg. Venjingin byrjaði 1. desember, og hesa tíðina hevur Berthel brúkt til at hyggja nærri eftir teimum leikarum, sum eru í hópinum. Nakrir eru farnir víðari, meðan aðrir eru komnir afturat. Og hann er vælnøgdur við teir leikararnar, sum hann hevur í løtuni.
– Allir spælararnir sum eru her nú, eru nakrir sum vit trúgva uppá, og sum vit fegnir vilja arbeiða við. Vit hava nakarar heilt ungar, 16-17 ára gamlir, og nakrar royndar spælarar. Teir geva allir sítt íkast.
Nú byrja venjingardystirnir, og tað er nú vit skulu sammeta okkum við hini liðini. Berthel sigur at hann fer sjálvandi royna ymiskt, og tað eru nógvir spælarar, sum skulu hava minuttir í beinini. Hann hevur lært hópin at kenna, og sigur at spælararnir skilja, hvat hann væntar av teimum. Arbeitt hevur verði við tí taktiska, men tað er serliga eitt hann hevur fokus á. Og tað er hugburðurin.
– Ein dystur er ein dystur fyri mítt viðkomandi. Tað skal helst ikki vera ov stórur munur á mátanum vit spæla uppá, um talan er um venjingardyst ella landskappingardyst. Vit fara eisini allir eftir at vinna dystin. Í venjingardystum skulu vit eisini venja okkum við at vinna. Vit skulu síggja út sum nakrir sum gjarna vilja vinna. Vit skulu spæla við orku, og vera ágrýtnir. Vit skulu ikki vera bangnir fyri at fáa ilt, sjálvt um vit ikki spæla um stig, sigur hann.
Hópurin verður væntandi styrktur
Hópurin er ikki ordiliga komin uppá pláss enn, men vit eru komin nærri nú, enn vit vóru fyri 14 døgum síðani, sigur hann við einum skálkabrosið. Tað tekur tíð, men vit kunnu gott vænta onkrar leikarar afturat.
– Tá man er ambitiøsur og nágreiniligur í mátanum at útvega spælarar, tekur tað longri tíð. Vit vilja gjarna hava spælarar sum lyfta støðið. Og tá er ikki vist at vit eru tað einasta felagið, ið vísur teimum ans, ásannar hann.
Og til spurningin um hvat fyri spælarar hann er úti eftir, er Berthel greiður í sínum svari.
– Sjálvandi eru tað spælarar til ávís pláss, vit hyggja eftir. Og sjálvandi skulu teir hava nakrar dygdir, sum passa til tann spælistílin vit hava. Men vit skulu hava svangar leikarar við teimum røttu menniskjaligu eginleikunum. Tú kanst enn vera svangur sum 32-ára gamal, men tú kanst eisini vera mettaður sum 21-ára gamal. Eg skal síggja at spælararnir reagera uppá tað, sum verður kravt av teimum. Gera teir ikki tað, eru teir ikki áhugaverdir.
Sum nevnt, so er hann ógvuliga væl nøgdur við teir spælararnar sum hann hann hevur. Umframt at teir hava nakrar leikligar dygdir, er hetta eisini ein hópur ið hevur ein sterkan vilja. Tann viljan sum Berthel krevur, og tann viljan sum vit gjarna vilja síggja í felagnum.
– Teir halda seg ikki aftur til venjing. Tað er dystur um hvønn einasta bólt, og allir geva seg 100%. Evnini røkka ikki longur enn eitt vist, um tú ikki hevur viljan og rætta hugburðin. Men hesir hava tað. Og tað er nakað, sum teir vísa til venjing.
Fyrsti venjingardysturin er longu spældur, og tað bleiv ein tryggur 2-0 sigur á AB í Gundadali. Fleiri av teimum ungu leikarunum fingu møguleikan, og teir stóðu seg væl. Næsti venjingardystur verður nú leygardagin 18. januar, og hann verður ímóti Føroyameistarunum KÍ.