Leygarkvøldið verður ársins fyrsta útgáva av Slagnum um Havnina. Dysturin byrjar á Tórsvølli kl. 20, men longu kl. 18 lata vit dyrnar upp í HB-húsinum, og bjóða øllum HBarum til eina rimmar upphiting.
Nátturan skulu tit ikki hugsa um, tí vit kynda upp í grillini, og selja pylsur og burgarar. Eisini verður møguligt at keypa sær okkurt leskandi afturvið.
HB-handilin verður opin, har vit selja alskyns fjepparalutir. Millum annað húgvur og turrikløð, so tit nýtast ikki at sita køld á Tórsvølli. Andlitsmálingingin er funnin fram, og øll sum hava hug, kunnu málast við røttu litunum.
Kl. 19 kemur høvuðsvenjari okkara, Kim Engstrøm, at siga nøkur orð um dagsins dyst. Kl. 19.30 fara vit mannsterk yvir á Tórsvøll, har vit fara at bera okkara menn fram á vøllinum.
Vit síggjast í HB-húsinum leygarkvøldið kl. 18.