Miðverjan komin uppá pláss

Sterki miðverjin fer í gongd við sítt 11. kappingarár sum partur av okkara besta mansliðið.

Hóast hann bert er 25-ára gamal, fer Bartal í gongd við sítt 11. kappingarár ár á okkara besta mansliðið. Hann var bert 16 ár og 9 dagar, tá hann fekk sín fyrsta dyst í fremstu deildini, tá hann avloysti Heina Vatnsdal síðstu minuttirnar. Síðani tá hevur hann verið meira ella minni fastur fúsur á liðnum, har tað higartil er blivið til 239 dystir og 15 mál. Harumframt er ein hópur av ungdómslandsdystum og tveir A-landsdystir.

Farna kappingar var Bartal plágaður av skaðum, og tað bleiv bert til 18 dystir. Men nú tykjast skaðarnir vera lagdir afturum, og hann er til reiðar til komandi kappingarár.

– Eg eri ótrúliga spentur til komandi kappingarár. Liðið sær spennandi út, og nakrir góðir leikarar eru komnir afturat. Kroppurin er úthvíldur, og formurin verður spakuliga og trygt bygdur upp aftur. Vit eru allir motiveraðir, og málið er altíð at vinna, sigur Bartal.

Dali hevur góðar vónir

Høvuðsvenjari okkara fegnast eisini um at Bartal heldur fram, og hevur góðar vónir til komandi kappingarár.

– Fyri okkum er tað týdningarmikið, at vit fáa stammuna á liðnum uppá pláss. Og við Bartal eru vit komnir eitt fet nærri. Hann var darvaður av skaðum í fjør, so okkara uppgáva er nú at fáa hann aftur í toppform. Tí ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar í landinum, og hann er ein týdningarmikil partur av okkara liðið. Saman við Hørði manna teir ein krútsterka miðverju.

Hagtøl: FaroeSoccer