Undan kappingarbyrjan í fjør gingu vit nýggjar leiðir, og settu, sum fyrsta felagið í Føroyum, fulltíðar kropsligan venjara. Berthel tók Sebastian við sær, sum hann hevði arbeitt saman við í Vendsyssel. Nú gott og væl eitt ár seinni, hevur Sebastian valt at taka av enn einum tilboðið frá Berthel, og byrjaði 1. apríl í starvi sum kropsligur venjari hjá AC Horsens.
Hann hevur sett sín dám á virksemi í felagnum, har vit nú standa eftir við einum væl útgjørdum venjingarhøli, og einari venjingarmentan, har kropslig venjing er farin frá at vera ein súr plikt, til at vera ein natúrligur partur av venjingini. Við Sebastian á odda, hava vit sett nýggjan standard fyri kropsliga venjing í Føroyum, men hvussu hevur hann sjálvur uppliva tíðina her?
– Tað hevur verið ein stór uppliving fyri meg, bæði ítróttarliga og persónliga. Eg havi verið við til at vinna trý steyp. Eg havi eisini verið við til at flyta fatanina av kropsligari venjing í Føroyum, og hvussu henda venjing kann lyfta fótbóltin á eitt hægri stig. Persónliga hevur tað verið spennandi at uppliva eitt nýtt land og eina nýggja mentan. Eg bleiv væl móttikin, og havi møtt eini rúgvu av spennandi og blíðum fólkum. Tað seinasta árið hevur givið mær nógv, bæði á og uttanfyri vøllin.
Hevur flutta fatanina
Tá vit settu ein fulltíðarvenjara, vóru vit nokk ikki greið yvir, í hvussu stóran mun hetta fór at ávirka felagið, og føroyskan fótbólt sum heild. Og sjálvur heldur Sebastian, at hann fer frá nøkrum betri enn hann kom til. Og at nakað liggur eftir, nú hann fer víðari.
– Sum nevnt, so haldi eg at vit hava flutt fatanina av kropsligari venjing í Føroyum, bæði á vøllinum og í venjingarhølinum. Harumframt hava vit fingið Føroya besta venjingarhøli. Vit vóru eisini fyrsta felagið sum byrjaði at brúka GPSara, til at fylgja og máta leikararnar til venjing og dystir. Og nú síggja vit at fleiri feløg hava lagt størri orku í kropsligu venjingina, við hálv- og fulltíðar venjarum. Tað eri eg errin av.
Greipan stendur eftir sum eitt minni
Tá vit spyrja hann um tað er eitt nakað serligt hann fer at minnast aftur á, er hann ivaleysur í sínum svari.
– Kappingarárið í fjør var ógvuliga drúgt, við korona og øllum tí sum fylgdi við. So at vinna greipuna eftir eitt so drúgt kappingarár, har vit øll løgdu alla okkara orku í, er eitt av hæddarpunktunum.
Hóast okkara vegir skiljast eftir bert eitt ár, minnist Sebastian aftur á eina tíð í Føroyum, har hann hevur møtt nógvum góðum fólki.
– Eg fari at sakna øll tey góðu fólkini eg havi møtt á míni leið. Og eg fari at sakna HB-familjuna. Tað er heilt vist at eg komi aftur. Í hvussu er sum gestur.
Vit takka Sebastian fyri tíðina í HB, og ynskja honum bestu eydnu í nýggja starvinum, sum kropsligur venjari í AC Horsens, har hann aftur kemur at arbeiða saman við Berthel.