Takk fyri hesa ferð

Ársins leikari í fjør, Pætur Petersen, hevur valt at taka av møguleikanum at fara til Íslands at spæla, har hann hevur gjørt sáttmála við KA.

Hey allir HB-fjepparar. Eg vil gjarna siga takk fyri stuðulin tey síðstu 4 árini. Eg havi havt nógvar upplivingar hesa tíðina.

Tær, sum standa fremst í minninum, eru greipan og steypagullini og eisini 4-0 sigurin á Buducnost í Gundadali.

Eg fari at sakna at koma í Gundadal, men nú havi eg valt at fara uttanlands at royna meg. Takk til øll, sum hava ynskt mær góða eydnu.

Eg ynski tykkum allar bestu eydnu í ár. Gleði meg eisini at fylgja HB. Eg veit, at tað verður til gull!

Takk fyri meg á hesum sinni.

Síggjast.

Pætur

Vit ynskja honum góða eydnu við uttanlands ævintýrinum. Hurðin í HB-húsinum er altíð opin.

Mynd: portal.fo