Tað skuldi bæði longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn vit kundu lyfta Løgmanssteypið.
Í fyrra hálvleiki vóru vit leikliga omaná, og skaptu nógvar stórar møguleikar. Og við eitt sindur av nærlagni, kundu vit verið á odda við bæði tveimum og trimum málum. Men líkavið og næstan telur ikki á máltalvuni, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0.
Í seinna hálvleiki gekk verri at skapa møguleikar, og leikliga góðskan fall munandi. Tað bleiv nógv gúpparí, og til tíðir líktist tað meira tí, sum vit fyrr kallaðu indianarafótbóltur. Heldur ikki her megnaðu vit at seta hol á, og tí skuldi longd leiktíð til.
Longda leiktíðin minti meira um seinna hálvleik, og tá tað restaðu fáir minuttir í, kundi B68 farið avstað við øllum. Men lukkutíð fór skotið við síðunar av málinum. 0-0 eftir 120 minuttir, og tí var bara eitt eftir. Nervakríggið, eisini kent sum brotssparkskapping.
Adrian skoraði fyrsta brotssparkið. Tá Teitur so bjargaði fyrsta brotssparkinum hjá B68, lá tað til okkara. Jákup Martin ásannaði, at teir hava vant brotsspørk í vikuni, og tað gav úrslit. Tí fýra teir næstu skjúttarnir, Viljormur, Ári, Heri og Hanus vóru tryggir, og vit kundu endiliga lyfta Løgmanssteypið. Fyri 29indu ferð.