– Spælararnir eru væl fyri

Í august í fjør varð Petter Skogsletten settur sum fysiskur venjari. Hann kom inn mitt í einum rokaligum kappingarárið, og skuldi taka um endan, eftir at Helmand var givin. Nú er hann við frá byrjan, og fær tí eisini sett sín dám á byrjanina til eitt nýtt kappingarár. Saman við venjaratoyminum, hevur hann arbeitt miðvíst ímóti at fáa spælararnar at gerast betri fyri fysiskt, og er higartil vælnøgdur við tað, sum spælararnir útinna.

– Vit er ógvuliga nøgdir við uppstartin. Spælararnir hava arbeitt hart, og tølini, sum vit brúka at máta formin við, eru blivin betri og betri fyri hvørja test, vit hava tikið. Vit hava ment okkum nógv fysiskt, og eru topptrenaðir til kappingarbyrjan.

Nógvir venjingardystir hava verið á skránni, og tað hevur gjørt, at tað hava verið fáar vikur, har liðið bara hevur hugsavnað seg um venjing. Men tað hava Petter, og restin av venjaratoyminum brúkt til teirra fyrimun.

– Av tí at fleiri miðvikudystir hava verið á skránni, hava vit ikki haft nógvar fullar venjingarvikur. Men tað ger eisini, at uppstarturin minnur nógv um tað, sum vit skulu ígjøgnum alt kappingarárið. Tað hava vit eisini brúkt til okkara fyrimun. So alt í alt eru vit nøgdir við tað menningina, sum vit hava verið ígjøgnum.

– Vit føldu eisini í síðsta venjingardystinum ímóti NSÍ, at vit domineraðu dystin, bæði fysiskt og sjálvum spælinum. Her snúði tað seg eisini um at venja okkum við at varðveita trýstið allan dystin. Nakað sum vit eisini vænta, at vit skulu gera í slíkum dystum.

Stór framgongd at hóma

Í slíkum fyrireikingum verður stórur dentur lagdur á at máta fysisku lyklatølini, og her sær Petter stóra framgongd.

– Vit hava sæð eina uppgangandi kurvu, serliga á tí fysiska partinum. Men eisini í spælinum, har vit alla tíðina royna at finna javnvágina millum tað fysisku og teknisku venjingina, og hvussu langt vit klára at trýsta spælararnar.

Langt kappingarár

Kappingarárið er drúgt, og hóast vit bert eru í mars mánað enn, verður hugsað um alt kappingarárið.

– Vit eru blivnir betri og betri, og tað harða arbeiðið vit hava gjørt í januar og februar, skal koma til sjóndar, nú vit eru komnir inn í mars mánað. Vit fyrireika okkum til eitt langt kappingarár, har nógvir dystir eru á skránni. Umframt bæði lands- og steypakapping, hava vit europeiskar dystir í summar. Og fyri nakrar av spælarunum koma eisini landsdystir. So talan kann gerast um yvir 40 dystir, sum er tað sama sum nakrir spælarar úti í teimum kappingunum í Europa eisini spæla.

– Okkara setup er bygt upp eftir einum professionellum leisti, har vit altíð seta okkum nýggj og størri mál. Hetta merkir, at vit aldrin slappa av, og at allir skulu geva seg til fulnar til hvørja einastu venjing, sigur Petter at enda.

Fyrsti dystur verður sunnudagin kl. 15 í Gundadali, men longu kl. 14 letur HB-húsið upp. Har verður møguleiki at fáa sær eitt gott prát við aðrar HBarar, og okkurt leskilligt verður eisini til børnini. Møguleiki verður eisini at keypa árskort.

Árskortini kunnu eisini bíleggjast frammanundan HER, og heintast við dyrnar, áðrenn dystin ímóti B68.