Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við Coronavirussið hevur Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum verða leiktir uttan áskoðarar komandi tvær vikurnar.
Eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheita um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar væntast at savnast, annaðhvørt verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt av, at allir dystirnir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar.
Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur fyribyrgjandi tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini sum avleiðing av Coronavirussinum. Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjar, har leikarar og dómarar heilsast, ikki nýtt fyribils.
Hetta merkir sjálvsagt at bussurin til Streymnes er avlýstur.