Sunnudagin rullar bólturin aftur í Betri deildini hjá monnum. Hørðu vetrarvenjingarnar eru lagdar aftur um bak, og síðstu detaljurnar frá venjingardystunum eru komnar uppá pláss.
Fyrsti dysturin í ár er ímóti B68, sum nú aftur tykist hava bitið seg fast í bestu deildini, eftir at teir fluttu upp aftur úr 1. deild í 2020. Fyrsta árið endaðu teir á 8. plássi, tó við tryggari frástøðu á 9 stig niður til niðurflyting. Í fjør tóku teir seg enn longur fram, og endaðu á 6 plássi við 30 stigum.
Og í fjør høvdu vit okkara avbjóðingar við B68, har liðini vunnu ein dyst í part, meðan ein endaði við javnleiki. Eitt tað mest óvæntaða úrslitið í fjør var allarhelst tá B68 vann 2-1 á okkum á Tórsvølli.
Hyggja vit eftir B68 er týðulig framgongd at hóma. Og Dali er eisini av somu fatan
– Um vit hyggja eftir tilgongdini hjá B68 í vetur, so er eingin ivi í, at teir standa enn sterkari í ár. Eg haldi, at teir hava eitt spennandi lið í umbúna, við nógvum spennandi spælarum. Teir hava eitt dugnaligt venjaratoymi, sum eg veit vil gera tað enn betri enn í fjør. Eg vænti mær ein harðan fysiskan dyst við nógvum nærdystum. Men eg vænti eisini at vit fara at stýra spælinum, og sjálvandi fara vit eftir øllum trimum stigunum á heimavølli. Men einki er ókeypis í fótbólti, og vit mugu stríðast fyri sigrinum.
Í samband við dystin letur HB-húsið upp kl. 14. M.a. verður andlitsmáling og tippikapping á skránni, har møguleiki verður at vinna eina blusu frá Teiti.
Keyp árskort í nethandlinum, og spar 20% í mun til vanligan atgongumerkjaprís.