Magnus Egilsson hevur valt at royna eydnuna í íslendskum fótbólti, har hann hevur undirskrivað 2-ára sáttmála Valur. Harvið fylgir hann okkara fyrrverandi høvuðsvenjara, Heimi Guðjónsson, til Íslands.
– Tá eg bleiv boðin at royna meg uttanlands, kundi eg ikki siga nei. At spæla uttanlands er ein dreymur, sum eg havi haft, síðani eg var smádrongur, og sum eg óttaðist ikki var møguligur longur, sigur Magnus.
Síðstu tvey árini hevur Magnus verið eitt trygt fyrstaval á vinstrabakki. Tí er tað sjálvandi ein missur, nú hann fer avstað. Umframt sínar dygdir í verjupartinum er Magnus við sínum góða bóltførleika eisini ein hóttan í framrættaða spælinum. Um tað eru innlegg, fríspørk ella hornaspørk, so kemur sum oftast okkurt vandamikið burturúr. Magnus spældi 35 dystir tilsamans í fjør og skoraði eitt mál. Hetta var beinleiðis uppá horna ímóti AB.
Higartil er tað blivi til 89 dystir og 6 mál á besta liðnum. Men tað er ikki óhugsandi, at tað kunnu gerast fleiri.
– HB er mítt felag, mítt barndómsfelag, og eg havi altíð sagt, at spæli eg í Føroyum, so vil eg spæla í HB. Aftaná tvey góð ár í føroyskum fótbólti havi eg ment meg nógv og haft góðar løtur við viðhaldsfólki, nevnd og spælarum.
Vit ynskja Magnusi alt tað besta í Íslandi, men fær hann hug at koma heim aftur at spæla, so er hurðin í HB-húsinum altíð opin fyri honum. Og sum hann sjálvur sigur:
– Eg komi vónandi aftur til HB. Takk fyri góðar tíðir og takk fyri meg, sigur hann at enda.