Avtala er gjørd millum HB og svenska felagið Varbergs BoIS um sølu av Mads Borchers. Mads kom úr 07 Vestur áðrenn kappingarbyrjan í ár, og hóast sín unga aldur, beit hann seg beinanvegin fastan á liðið, og gjørdist ein av stuðulsleikarunum.
Hóast tað altíð er keðiligt at missa sínar bestu spælarar, eru vit í HB errin av, at vinna enn einaferð kunnu senda spælarar víðari út í heim at fylgja dreyminum um eina yrkisleið. Hetta hevur í nógv ár verið eitt mál hjá felagnum.
Fíggjarliga er hetta ein góð avtala fyri HB, tá vit fáa eina upphædd fyri søluna, umframt at vit hava tryggjað okkum ein prosentpart av møguligari víðarisølu.
Vit takka Mads fyri tíðina í HB, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.
Mynd: portal.fo