Lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League undankappingini hevur júst verið, og okkara mótstøðulið verður Inter Club d’Escaldes úr Andorra.
Eftir ætlan skuldi øll undankappingin spælast í Føroyum, men í síðstu viku tók UEFA avgerð um at flyta kappingina, vegna føroysku krøvini um sóttarhald. Enn er ikki avgjørt hvar kappingin verður, men væntandi fáa vit boð um tað í dag (8. juni.) Tað einasta vit vita, er at dysturin verður spældur týsdagin 22. juni. Møgulig finala verður spæld fríggjadagin 25. juni.
Um vit megna at spæla okkum víðari til finaluna, møta vit vinnaranum av dystinum ímillum Prishtina úr Kosovo og Folgore er San Marino. Vinnarin spælir seg víðari Champions League. Tey liðini, ið vera sligin út í kappingini, spæla víðari í UEFA Conference League.