Eins og í fjør skuldu 120 minuttir og brotssparkskapping til, áðrenn okkara menn kundu lyfta Løgmanssteypið upp ímóti regninum.
Minuttvísarin var ikki farin tvær ferð runt, áðrenn Sammy legði okkum á odda. Málið kom eftir stóra verjuvillu frá B36, har bólturin datt fyri føturnar á Sammy í 5-metra teiginum. Eitt tilvildarligt mál, og ein góð byrjan.
Um tað var málið, sum fekk okkara at taka fótin av speedaranum, kunnu vit bara gita um. Men B36 setti seg á dystin eina løtu, og tað gav úrslit, tá teir javnaðu við einum vøkrum frísparksmáli. Eftir hetta koyrdi spælið eitt sindur aftur og fram, tó uttan at teir stóru málmøguleikarnir blivu skaptir. So liðini fóru til hálvleik við javnleiki 1-1.
Tá umleið 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk B36 hornaspark. Bólturin bleiv ruddaður úr 16-metrinum, og frá 20-25 metrum smekkaði ein B36 til. Bólturin var á veg út til innkast, men rakti Mathias á vegnum, snýtti Teit og endaði í málinum til 2-1 til B36.
Tað gekk ikki leingi, so gjørdi venjaratoymið nakrar broytingar. Og serliga tað, at Ári kom inn á miðjuna, broytti dystin fullkomiliga. Vit sótu á øllum og komu eisini fram til nakrar góðar støður.
Og harða arbeiðið gav úrslit, tá innskifti Ári javnaði til 2-2. Og so mátti finalan, eins og í fjør, út í longda leiktíð. Hóast vit vóru við yvirlutan, megnaðu vit ikki at skora, og tí skuldi brotssparkskapping til at avgerða finaluna um Løgmanssteypið 2024.
Her vóru okkara stinnari, og kundu lyfta Løgmanssteypið fyri 30. ferð.