Komandi vikuskiftið byrjar Betri Deildin hjá monnum. Í hesum sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya, í samráð við koronaráðgevingina, orðað nakrar leiðreglur fyri at loyva áskoðarum til dystirnar.
Treytin fyri at áskoðarar sleppa til dyst, er at koronareglurnar verða fylgdar.
- Um áskoðari er sjúkur er viðkomandi heima og møtir ikki til dyst. Um viðkomandi ivast, er man eisini heima.
- Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
- Heimafelag hevur ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar á max. 100 fólk við týðuligari avmarking ímillum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt haldari settur.
- Áskoðarar eru í sama bólki allan dystin. Hvør bólkur hevur egna inngongd, útgongd og atgongd til WC, so bólkar ikki blandast áðrenn og aftaná dyst. Hetta fyri at lætta um eina møguliga smittusporan.
- Á áskoðaraplássunum sita áskoðarar á øðrumhvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.
- Mælt verður til at skipa sølu av atgongumerkjum soleiðis, at tað slepst undan bíðirøðum.
- Heimafelag hevur ábyrgd av at kunna áskoðarar (yvirlit á heimasíðuni, facebook e.l.) um, hvussu bólkarnir eru skipaðir og hvørjar inngongdir eru.
- Heimafelag setir hóskandi tal av vaktarfólki til hvønn bólk, sum tryggja at tilmæli um frástøðu og tal av áskoðarum verða hildin.
- Møgulig søla av kaffi o.ø. skal verða í hvørjum bólki sær, so fólk ikki blandast ímillum bólkarnar
- Heimafelag setir ein trygdarovasta, sum hevur hægstu ábyrgd av áskoðaraviðurskiftum og skal tryggja at hesar leiðreglur – serliga tal av áskoðarum í hvørjum bólki – verða fylgdar.
- Ljóðbrotið, við áminning um at halda leiðreglur (útflýggjað av FSF), skal spælast í hátalaranum áðrenn dystarbyrjan, beint áðrenn hálvleiksteðgin, tá seinni hálvleikur byrjar og móti dystarenda.
Keyp árskort og atgongumerki her