Heilsan frá Mads

Nú Mads skiftir til svenska Varbergs BoIS, hevur hann eina heilsan til allar HBarar.

– Eg eri ógvuliga glaður fyri tíðini, eg havi haft í HB. Hóast tað var ein stuttur steðgur, havi eg nógv gott í skjáttuni, nú eg fari víðari.

– Hetta hevur hetta verið eitt gott stað at vera, har eg havi ment meg bæði persónliga, og sum fótbóltsspælari. At flyta til Varbergs í bestu svensku deildini er eitt stórt herðaklapp til felagið, spælarar, venjarar, og øll rundanum liðið, sum hava gjørt hetta møguligt. Hetta er enn eitt dømi um, at HB er ein lopfjøl fyri spælarar, sum vilja meira við fótbóltinum. Og tí vóni eg, at eg kann eggja øðrum til at gera tað sama.

– Til seinast vil eg eisini takka fjepparunum fyri stuðulin, og eg ynski HB alt tað besta í framtíðini.

Mynd: portal.fo