Matthias Præst Nielsen er ein av mongu spælarunum, sum hevur skift yvir um brúnna frá AB til HB. Og tekniskt dugnaligi miðvallarin er komin væl frá byrjan. Í fyrsta dystinum ímóti B68 skoraði hann til 1-0 við flottum saksaparki, og í grannauppgerðini ímóti B36 legði hann upp til seinna málið, sum avgjørdi dystin. Nú skal hann so møta sínum fyrrverandi liðfelagum úr AB. Og tað er ein uppgáva, sum hann gleðir seg til.
– Tað verður stuttligt at møta mínum fyrrverandi liðfelagum. Har eru nógv góð fólk í AB, sum eg enn havi gott samband við.
Skifti frá AB til HB var eitt stig upp, og Matthias er væl nøgdur við fyrstu mánaðarnar í Gundadali.
– Hetta hevur verið ótrúliga spennandi. Eg eri fegin um at verða komin til eitt felag, sum setur sær høg mál, og spælir fótbólt uppá tann mátan, sum mær dámar best.
– Tað er munur á, hvussu vit gera tingini her. Tað er er tað meira professionelt, og felagið setur sær hægri mál. Tað er eisini stórur munur á at spæla dystirnar. Her skulu vit vera leikliga omaná, og skapa dystirnar við bóltinum.
Dysturin ímóti AB verður sparkaður í gongd kl. 18, men longu kl. 17 letur HB-húsið upp, har ymiskt er skránni. Les meira um tað HER.
Mynd: portal.fo