Fráboðan frá nevndini

Vit í Havnar Bóltfelag standa spyrjandi aftaná at fáa ein teldupost frá FSF, um at fyrsta umfar í Betri deildini er útsett, og ikki verður spælt sum ætlað. 

At eingin grundgeving er fyri hesi avgerð, er sera undrunarvert. Felagið, venjarar og fólk rundan um felagið hava arbeitt hart fyri at verða til reiðar til dystirnar í morgin, undir teimum fortreytum sum heilsumynduleikarnir hava mælt til.

Tað eru ongar heilsufakligar grundgevingar fyri at útseta umfarið. Tí mugu vit seta spurningar til hvussu avgerðin kann verða tikin, uttan so mikið sum at seta seg í samband við tey feløg, sum hava góðtikið fyrru avgerðina.

Minsta krav í samskiftinum millum FSF og feløgini má verða, at feløgini fáa kunning frá FSF, áðrenn miðlar bera boðini.

Vit trúgva at øll feløgini kunnu handfara dystirnar, í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Tí er eingin orsøk at útseta umfarið. Slíkt krevur, at FSF samskiftir og ráðførir seg við feløgini, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar.

Vinarliga

Nevndin, Havnar Bóltfelag