Einki Champions League í Føroyum

Undankappingin í Champions League, sum vit skuldu vera vertir fyri, verður kortini av ongum.

Orsøkin er, at UEFA metir at reglugerðirnar í samband við sóttarhaldi í Føroyum eru ov strangar. Fyri okkum, og føroyskan fótbólt, er hetta ein smeitur. Tí hetta er fyrstu ferð at ein slík kapping skuldi vera í Føroyum.

–  Bæði ítróttarliga og fyrisitingarliga høvdu vit glett okkum at skipa fyri hesari kappingini. Teir fyrimunir við at vit høvdu spælt á heimavølli, m.a. graslíki og veðurlagið, eru nú burtur, sigur Páll Mohr Joensen í stuttari viðmerking.

UEFA leitar nú eftir nýggjari vertstjóð, og væntandi verður ein avgerð tikin innan stutta tíð.