Teitur, sum er ein av okkara mest royndu spælarum, hevur undirskrivað við nýggjan sáttmála. Sostatt fer hann undir sítt 14. kappingarár á besta liðnum komandi ár.
Teitur spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 2011. Síðani tá er tað blivið til 383 dystir á besta liðnum, og nú bendir nógv á, at dystarmetið hjá Andrew av Fløtum á 390 dystir verður tikið komandi kappingarár.
Fyrsti dysturin var á útivølli ímóti Malmø í Champions League. Vikuna eftir var returdystur í Gundadali, og tað var her at HBarar, og restin av fótbóltsføroyingum, veruliga fingu eyguni upp fyri hesum unga og evnaríka málmanninum, sum tá bert var 18 ára gamal.
Síðani tá hevur hann verið at rokna sum fyrstaval millum stengurnar, og hevur seinnu árini eisini verið fyrstaval á landsliðnum, har tað higartil er blivið til 22 A-landsdystir.
Vit fegnast um at Teitur tekur enn eitt tørn fyri felagið.