Bjartur nýggjur fysioterapeutur

Vit hava gjørt avtalu við NB Fysioterapi um fysioterapeutiska økið, har Bjartur Bernhardson Thomsen verður knýttur at Betri-hópinum.

NB Fysioterapi er ein klinikk, sum veitir fysioterapi í Føroya bestu venjingarumstøðum, og kunnu tí tryggja viðskiftafólkum best hóskandi umstøður til upp- og endurvenjing.

NB er ein stytting fyri nøvnini Niklas & Bjartur, sum stovnaðu klinikkina í 2019. Í 2020 lótu teir eisini eina klinikk upp í Vestmanna.