Hóskvøldið 13. juli verður fyrri dysturin í UEFA Conference League ímóti Derry City FC. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.00.
Atgongumerki verða bert seld í forsølu á atgongumerki.fo. Prísurin er 100,- kr. + avgreiðslugjald. Børn undir 18 sleppa ókeypis inn, men skulu skrásetast á atgongumerki.fo.
HB-áskoðarar skulu sita í øki 104, 105 og 106.
Árskort eru ikki galdandi til hendan dystin.