Hetta ávirkar bæði grannauppgerðina hjá kvinnum og monnum.
Fótbóltssambandið skrivar soleiðis á síni heimasíðu:
Av koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt.
Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verði spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.
Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.
Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.